Innanlands

Hjálparlæknaráðið: Vit stuðla starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum

Eisini Hjálparlæknaráð Føroya eftirlýsir fakligan kunnleika í Heilsu- og innlendismálaráðnum

Savnsmynd (Visualhunt.com)

Savnsmynd (Visualhunt.com)

2019-03-19 21:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hjálparlæknaráð Føroya eftirlýsir eisini fakligan kunnleika í Heilsu- og innlendismálaráðnum.

- Vit meta, at tað hevði bøtt munandi um góðskuna í arbeiðinum hjá Heilsumálaráðnum og skapað tryggari karmar um heilsuverkið, um fakligur kunnleiki kom inn í Heilsumálaráðið, skrivar ráðið í almennari viðmerking.

- Eitt fyrsta stig, sum kundi betrað um støðuna, var um fakligur kunnleiki var partur av aðalráðnum. Hetta skuldi verið eitt óheft millumlið, sum kundi tulkað og greitt frá støðuni partanna millum, skrivar Ráðið.

Hjálpalæknaráð Føroya skjótir upp, at ein slíkur ráðgevandi fakligur kunnleiki kundi ligið hjá landslæknaembætinum, sum ætlanin er at yvirtaka, so tað líktist danska Sundhedsstyrelsen.

Ráðið sigur seg eisini stuðla teimum 575 starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum, sum hava sett sína undirskrift á skrivið, sum varð handað Heilsu- og innlendismálaráðnum í dag.

- Tað er er avgjørt brúk fyri góðari leiðslu og kontinuteti á sjúkrahúsverkinum. Tað, sum heldur heilsuverkinum uppi, er eldhugin hjá øllum teimum, sum arbeiða við sjúklingunum. Tey, sum vilja toyggja seg tað eyka, tí tey vita, at tað er neyðugt. Tey hava betur uppiborðið, sigur Hjálparlæknaráð Føroya at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder