Innanlands

Hjartastartarar mugu vera atkomuligir

Ein innilæstur hjartastartari er falskur tryggleiki, sigur Hjartafelagið

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-09-29 21:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, 29. september, er altjóða hjartadagur - World Heart Day.

Í hesum sambandi vísir Hjartafelagið á, hvussu stóran týdning tað hevur, at føroyingar hava atgongd til hjartastartara.

Hjartafelagið fegnast um, at fleiri fyritøkur og feløg hava fingið sær hjartastartara seinastu árini, og tey vóna, at hendan gongdin heldur fram.

Hjartastartarar gera tó ikki nógvar skreytir einsamallir. Tað besta er sjálvsagt, um tørvur ongantíð verður á teimum. Men verður hinvegin tørvur á hjartastartara, er neyðugt at hjartastartarin er viðlíkahildin regluliga, at hann er atkomuligur, og at fólk tora at brúka hann, skrivar Hjartafelagið á heimasíðu síni.

Umráðandi er, at hjartastartarin er viðlíkahildin regluliga, soleiðis at battaríið ikki er deytt, tá hann skal brúkast. Tað er eisini umráðandi, at fólk kunnu sleppa til hjartastartaran alt samdøgrið, tí fólk kunnu eisini fáa hjartasteðg uttanfyri vanligari arbeiðstíð. Eisini er tað umráðandi, at fólk læra sær at brúka hjartastartara, so tey tora at brúka hann, um tað verður neyðugt.

Veit mann ikki, hvar nærmasti hjartastartarin er, ber til at finna nærmasta hjartastartaran her.

Les eisini: Í dag er altjóða hjartadagur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder