2018-10-30 20:43
Nýggjur iPad, nýggj Macbook Pro og Mac mini. Tað var tað, sum Apple kunngjørdi á tiltaki í New York seinnapartin.
Macbook Air, sum ikki er broytt í 10 ár, er komið í nýggjum sniði, enn tynri enn áður og væl kraftmiklari. Tá Apple í fjør kunngjørdi iPhone X varð “heimknøtturin” tikin burtur, og nú er túrurin komin til iPad. Á nýggju útgávuni av iPad er nevniliga eingin knøttur, og skíggin gongur næstan út til kantin.
Apple kunngjørdi eisini nýggja útgávu av Mac Mini, sum er ein lítil telda, sum verður sett til skíggja og knappaborð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald