Uttanlands

HM-fagnaður mentist til gøtubardagar í gjár

Ófriðarkroppar kastaðu glasfløskur móti kampkløddum politistum í París í gjár

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-07-16 09:56 Author image
Oda Strøm
placeholder

Frakland vann HM-finaluna í gjár 4-2 móti Kroatia, og tað er fyrstu ferð í 20 ár - men tað var ikki bara gleði og gleimur í gøtunum í París í gjár. 

10 túsindatals franskir fjepparar vóru savnaðir á kendu gøtuni Champs Elysees í París fyri at fagna sigurin, tá ið ófriður byrjaði. 

Sum sjónbandið vísir, vóru fleiri samanbrestir við løgregluna. Menn í berum yvirkroppum við turrikløðum fyri andlitið kastaðu glasfløskur móti kampkløddum løgreglumonnum, skutu við fýrverki og knústu vindeygu. 

Løgreglan svaraði aftur við táragassi og vatnkanónum í royndini at steðga ófriðarkroppunum, skrivar DR.

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder