Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur í vikuni verið í Rom í sambandi við, at fiskivinnunevndin hjá FAO hevur havt fund. FAO er matvøru- og landbúnaðarfelagsskapurin hjá ST.
Landsstýrismaðurin tók orðið, tá ST málini um burðardygga menning vóru á skrá. Í røðuni kunnaði hann um, at Føroyar hava sett heimsmálini á breddan, og at tað serliga eru málini um at gagnnýta ríkidømi havsins burðardygt, sum hava týdning fyri okkum. Føroyar fara, saman við øðrum londum, at virka fyri at røkka málunum. Landsstýrismaðurin nevndi í tí sambandi, at Føroyar serliga eru áhugaðar í at samstarva við onnur oyggjalond um at tryggja burðardygga fiskiveiðu og aling.
Nú landsstýrismaðurin var í Rom, nýtti hann høvið at hitta ovastu leiðsluna í FAO: José Graziano da Silva, aðalstjóra, og Maria Helena M.Q. Semedo, varaaðalstjóra. Hann hevði eisini fund við Árna M. Mathiesen, fyrrverandi fiskimálaráðharra í Íslandi, sum í dag er stjóri fyri deildini fyri fiskivinnu og aling í FAO.
Høgni Hoydal vísti undir samrøðunum á, at fyri Føroyar, sum lítið oyggjaland og stórhavstjóð, hevur tað týdning at vera við í FAO-samstarvinum um fiskivinnu og aling. Fiskivinna er ein global vinna, og sum atlimur í FAO hava Føroyar møguleika at vera við, tá mál um burðardyggan fiskiskap eru á dagsskrá. Føroyar fara í komandi tíðum at styrkja okkara luttøku í felagsskapinum.
Landsstýrismaðurin og FAO-leiðslan eru á einum máli um, at havsins ríkidømi eigur at gagnnýtast burðardygt. Hetta er fortreytin fyri vøkstri og framgongd, serliga fyri búskapin í oyggjasamfeløgum, sum bert hava fiskivinnu at dúva uppá.
- Fiskimálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald