2018-11-12 19:42
Avgerð er nú tikin um at útseta kvotaskipanina í eitt ár, og harvið halda fram við fiskidagaskipanini.
Tað upplýsir Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fyri Kringvarpinum í dag.
- So hevur man eitt ár afturat at gera tað arbeiðið, sum er komið í drag, at lýsa fyrimunir og vansar og gera umsitingarætlanir fyri høvuðsbotnfiskastovnarnar.
Høgni Hoydal sigur, at fiskivinnuskipanin er ein stór uppgáva og tað eru mangar orsøkir til, at hon er komin í drag, og tað tekur hann eisini fulla ábyrgd fyri, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald