Innanlands

Høgni Lützen: Havi ikki sagt ósatt um Anniku

Høgni Lützen vil ikki hava sitandi á sær, at hann hevur sagt ósatt um Anniku Olsen

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-05-06 12:25 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Fríggjadagin handaði Høgni Lützen borgarstjóranum, Anniku Olsen, 2400 undirskriftir ímóti ætlanini at byggja tjóðleikhús á Skálatrøð. Høgni Lützen hevði vilja handað henni undirskriftirnar áðrenn, men sambært honum vildi Annika Olsen ikki taka ímóti undirskriftinum tá. Annika Olsen svaraði soleiðis uppá ákæruna fríggjadagin: 

- Tað varð sagt at eg ikki vildi taka ímóti undirskriftum frá Høgna, men tað var tí at hann segði ymiskt ósatt um mína hugsjón í útvarpinum, og eg segði við hann, at eg ikki hevði hug at taka ímóti undirskriftum frá einum, sum segði ósatt um meg, segði borgarstjórin, sum tó vildi verða við, at hon sjálvandi aldrin hevði veruligar ætlanir um ikki at taka ímóti undirskriftunum. 

Men Høgni Lützen vil ikki hava sitandi á sær, at hann hevur sagt ósatt um Anniku Olsen. 

Sí eisini: Video: Handaðu borgarstjóranum 2400 undirskriftir 

- Eg kann vísa á ein fund í desembur 2017, tá Annika Olsen ikki helt tað verða eina kommunala uppgávu at byggja P-hús á Skálatrøð. Hon helt, at tað skuldi verða eitt privat átak, sigur Høgni Lützen. Hann sigur at hann endurtók hetta í útvarpinum nakað síðani, og tað er tá, at Annika heldur hann hava sagt ósatt. 

Les eisini: Høgni Lützen: Nú verður hon noydd at makka rætt

Men Høgni Lützen leggur afturat, at hann í síðsta enda heldur tað verða týdningarmikið, at trupulleikin verður loystur, tí havnin í langa tíð hevur sviðið undir at mangla parkeringspláss. 

- Hetta kundi verði gjørt uppá ein skynsaman máta kostnaðarliga við at asfaltera Skálatrøð av nýggjum og so fáa teknað p-básarnir av nýggjum við ørðum vinklum, soleiðis fær man væl fleiri nýggj “ókeypis” p-pláss, sigur Høgni Lützen at enda. 

Les eisini: Annika Olsen: Fara at viðgera málið aftur 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder