Uttanlands

Høgrastjórn fekk ikki meiriluta

Politiska kreppan í Svøríki heldur fram

(Mynd: dn.se)

(Mynd: dn.se)

2018-11-14 09:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Formaðurin fyri flokkin Moderaterna, Ulf Kristersson, verður ikki næsti forsætisráðharri í Svøríki – ikki á hesum sinni.

Ein meiriluti í Ríkisdegnum atkvøddi í morgun ímóti at hann sleppur at skipa eina borgarliga minnilutastjórn millum Moderaterna og Kristdemokraterna.

Hetta er fyrstu ferð í søguni, at Ríkisdagurin atkvøður nei til eitt uppskot til forsætisráðharra, sum formaðurin fyri ríkisdagin hevur peikað út. Sostatt heldur stjórnarkreppan í Svøríki fram eftir valið, ið varð hildið fyri 66 døgum síðani.

Reyði vongurin við sosialdemokratunum, umhvørvisflokkinum og vinstraflokkinum atkvøddi allur ímóti. Sama gjørdu teir liberalu flokkarnir Centerpartiet og Liberalerna, sum annars vóru partur av borgarligu alliansuni saman við Moderaterna og Kristdemokraterna undan valinum.

175 atkvøður skulu til fyri at fáa meiriluta í Ríkisdegnum.

Longu í gjár boðaði leiðarin fyri Centerpartiet, Annie Lööf, frá, at teir 31 ríkisdagslimirnir í hennara flokki fóru at atkvøða ímóti. Hetta varð gjørt av ótta fyri, at høgraflokkurin Sverigedemokraterna skuldu fáa ov stóra ávirkan.

- Sverigedemokraterna standa langt frá felags politikkinum hjá alliansuni og tí opna, inkluderandi og tollynta samfelagnum, sum vit arbeiða fyri, segði Annie Lööf undan atkvøðugreiðsluna í Ríkisdegnum.

Svøríkidemokratarnir atkvøddu fyri Ulf Kristersson og høvdu í praksis virkað sum stuðulsflokkur fyri eini nýggjari, borgarligari stjórn.

- Vit síggja eitt nýtt politiskt landslag daga upp í Svøríki eins og í restini av heiminum, segði formaðurin hjá Sverigedemokraterna, Jimmie Åkesson í Ríkisdegnum.

Moderaterna, Kristdemokraterna og Sverigesdemokraterna fingu tilsamans 44,1 prosent av atkvøðunum, svarandi til 154 tingsessir.

Allir 349 limirnir í Ríkisdegnum vóru møttir til atkvøðugreiðsluna, og allir atkvøddu antin ja ella nei.

- Hetta vísir hvussu stóran týdning málið hevur, segði formaðurin fyri Ríkisdagin, Andreas Norlén eftir atkvøðugreiðsluna.

Leiðarin fyri Socialdemokraterna, Stefan Löfven, hevur verið virkandi forsætisráðharri síðan valið 9. september. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder