Hotel Føroyar byggir í løtuni út frá 106 til 200 kømur. Samstundis er virksemið hjá Gist & Vist eisini vaksið munandi seinastu árini, og er hetta høvuðsorsøkin til, at nýggjur stjóri nú er settur.
- Vit eru komin fram til, at tað er neyðugt við einum stjóra, sum bara tekur sær av hotellinum og tí, sum fylgir við nýggju útbyggingini, sigur Johannes Jensen, fyrrverandi stjóri á Hotel Føroyum. Johannes Jensen heldur tó fram sum stjóri í Gist & Vist-samtakinum.
Aleth Nielsen, sum byrjaði í starvi sum booking manager hjá Gist & Vist í september fjør, er tí sett í starv sum stjóri á Hotel Føroyum virkandi frá 1. apríl.
- Eg fór í læru sum móttøkulærlingur á Hotel Føroyum í 2003, og frá 2010-2011 var eg eisini event manager á hotellinum, so eg kenni til umhvørvið og kenni meg heima her.
Aleth Nielsen er 34 ára gomul og hevur, hóast sín unga aldur, drúgvar royndir innan hotelvinnuna. Hon varð útbúgvin serviceøkonom í 2009 og hevur tikið útbúgving í altjóða sølu og marknaðarføring í 2011-2012. Hon hevur starvast í BC Hospitality Group sum m.a. reservation and guest service manager fyri Crowne Plaza, Bella Sky og Mariott Hotel í tíðarskeiðinum 2013-2017. Áðrenn hon tók við sum booking manager hjá Gist & Vist í september, starvaðist hon sum booking and conference manager á Kurhotel Skodsborg.
Í Gist & Vist-samtakinum eru um 185 ársverk, harav 55 teirra eru á Hotel Føroyum. Umframt Hotel Føroyar eru eisini Hotel Tórshavn og Hotel Vágar í samtakinum, har ávikavist Jenny í Heiðunum og Absalon Lydersen eru leiðarar.
Tíðindaskriv frá Gist & Vist
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald