Føroysku gistingarhúsini høvdu samanlagt 9,8 mió.kr.i halli í 2023. P/F Hotel Hafnia hevði besta ársúrslitið, sum í 2023 var 8,5 mió.kr.
Øll hini feløgini í gistingarhúsvinnuni høvdu samanlagt heilar 21,5 mió.kr. verri úrslit í 2023 sammett við í 2022. Lakasta úrslitið hevði P/F Gist & Vist við einum halli upp á 12,7 mió.kr.
Samlað var ársúrlitið hjá teimum átta gistingarhúsfeløgunum, sum greiningin umfatar, eitt samlað hall í 2023 á 9,8 mió.kr. samanborið við eitt avlop á 7,4 mió.kr. avlopi í 2022.
Ráðgevingarfyritøkan Nira hevur gjørt eina greining av roknskapunum hjá átta teimum størstu gistingarhús feløgunum, sum høvdu ein bruttovinning yvir eina mió.kr.
Stóru feløgini í gistingarhús vinnuni er P/F Gist & Vist (Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn), P/F Hotel Hafnia (Hotel Hafnia og Hotel Brandan) og P/F Hotel Atlantic (Hilton Garden Inn). Hesi feløgini stóðu fyri 90 prosentum av samlaða bruttovinninginum hjá føroysku gisktingarhúsunum í 2023.
Vit skulu í hesi greiningini taka fyrivarni fyri, at okkurt av teimum smærri gistingarhúsfeløgunum hava annað virksemið eisini, sum kann ávirka tølini nakað hjá teimum.
Fall í bæði bruttovinningi og ársúrsliti í 2023
Feløgini handan gistingarhúsini almannakunngera ikki samlaðu søluna. Men bruttovinningurin er vanliga ein góð ábending um, hvussu gongdin hevur verið við søluni í árinum.
Aftaná tvey ár við vøkstri í bæði bruttovinningi og ársúrsliti í 2021 og 2022 vísur 2023 eitt fall í bæði bruttovinningi og ársúrsliti í gistingarhúsvinnuni, sum kanningin umfatar.
Samlaði bruttovinningurin í 2023 var 193,3 mió.kr. móti 207,1 mió.kr. Minkingin er 6,6 prosent.
Samlaða ársúrslitið í 2023 var heili 17,7 mió.kr. lægri enn í 2022.
P/F Hotel Hafnia nógv besta úrslitið í 2023
P/F Hotel Hafnia, sum er partur av Smyril Line samtakinum og eiga Hotel Hafnia og Hotel Brandan, hevði besta ársúrslit í 2023. Ársúrslitið var 8,5 mió.kr., sum er ein tvífalding í mun til í 2022, tá ársúrslitið hjá P/F Hotel Hafnia var 4,2 mió.kr.
SP/F Hotel Djurhuus hevði næstbesta ársúrslitið á 590 tkr.
Í hinum endanum hevði P/F Gist & Vist eitt hall á 12,7 mió.kr. í 2023. Í 2022 hevði Gist & Vist eitt avlop upp á 120 tkr.
Tað sum eisini er sermerkt við 2023 er, at øll gistingarhús feløgini, uttan P/F Hotel Hafnia, høvdu eitt verri úrslit í 2023 enn í 2022. Ársúrslitini í 2023 hjá hesum sjey feløgunum vóru heilar 21,5 mió.kr. verri enn í 2022.
Fíggjarstøðan hjá gistingarhúsfeløgunum í 2023
Tað er stórur munur á fíggjarligu støddini og styrkini á fyritøkunum, sum eru við í hesi kanningini. Tey 3 størstu feløgini, sum í 2023 høvdu 90% av samlaða bruttovinninginum, hava eisini nógv ta størstu fíggjarstøðuna.
Nøkur av feløgunum sum td. P/F Hotel Atlantic, SP/F Hotel Djurhuus og 62N Hotel leiga hotelbygningin frá øðrum feløgum. Tí mugu vit taka fyrivarni fyri hesum, tá vit vísa fíggjarstøðuna hjá gistingarhús feløgunum niðanfyri.
Størstu fíggjarstøðuna í 2023 hevði P/F Gist & Vist, við 328,7 mió.kr.
Gist & Vist hevði eina langfreistaða skuld á 220 mió.kr. og ein eginpening á 60,6 mió.kr.
Trygdarevnið var 18,4 prosent og likvitetsgradin var 110,5 prosent. Gjaldførið var tí rímiliga gott og serliga við tað at felagið hevið tøkan pening á 40 mió.kr. við árskiftið 2023.
P/F Hotel Hafnia hevði í 2023 ein eginpening á 64,2 mió.kr., sum gevur eitt trygdarevni á 21,4 prosent.
Langfreistaða skuldin var 204,9 mió.kr.
Gjaldførið hjá P/F Hotel Hafnia var gott í 2023. Likvitetsgradin var 159,4 prosent og tøki peningurin við árskiftið var 30 mió.kr.
Metingar um 2024
Tað er altið torført at meta um framtíðarútlitini hjá eini vinnu sum gistingarhúsvinnuni. Men ábendingar eru um, at árið 2024 hjá hotellunum møguliga kann gerast eitt sindur betur enn í 2023. Hagstova Føroya hevur í almennari greining boða frá, at samlaðu gistingarnar fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í 2024 vóru 11 prosent hægri enn somu tíð í 2023. Hvussu nógvar gistingarnar í fjórða ársfjóringini hava verið, vita vit heldur ikki enn.
Ráðgevingarfyritøkan Nira fer at fylgja við gongdini hjá gistingarhúsvinnuni í 2024.
--
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo
--
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald