Innanlands

Hótti fólk í handli

Fullur maður hótti fólk í handli í Havnini í gjár

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-11-07 11:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Klokkan 16:30 í gjár fell løgreglan fráboðan um, at ein fullur maður hótti fólk inni í einum handli í Havn. Fólkini í handlinum søgdu, at maðurin hevði ein hóttandi atburð, og at bæði starvsfólk og viðskiftafólk føldu seg ótrygg.

- Maðurin varð tikin á støðina at dampa av. Eftir eina løtu varð hann leyslatin og varð skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Maðurin fekk tískil eina bót fyri hendingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder