2018-10-17 09:25
Iran hevur dripið mannin, sum hevði høvuðsábyrgdina av yvirgangsálopinum í iranska býnum Ahvaz í september. 25 fólk lótu lív, tá ein hernaðarskrúðgonga hjá iransku kollveltingarherdeildini varð álopin.
Tað er kollveltingarherdeildin sum boðar frá, at hon hevur hevnt seg og dripið høvuðspersónin handan álopið, skrivar TV2. Maðurin kallaðist Abu Zaha, og hann og fýra aðrir militantar úr Irak eru dripnir.
Sambært iranska statsmiðilinum var Abu Zaha limur í Islamiska Statinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald