Innanlands

Høvuðsstaðar-kommunan: Parkeringsviðurskiftini eru í lagi

- Tað er ikki rætt, tá tað verður sagt, at kommunan ikki setur nøkur krøv til byggingina, sigur Tórshavnar kommuna

Mynd: KVF

Mynd: KVF

2018-11-03 12:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í innslagi í Degi og viku í gjárkvøldið mótmælti eigarafelagið undir Kongavarða nýggju útstykkingini undir Kongavarða og vísti á, at hetta fer at føra til ferðslu- og parkeringstrupulleikar í økinum. Eisini varð víst á, at tað ikki verða settar nakrar treytir við byggingina. Bert at ein byggisamtykt skal gerast, sum skal tillagast endaligu byggiætlanini.

Tórshavnar kommuna hevur sett 3 mió. kr. av til at skipa økið, har verandi bygging er í gongd. Hetta arbeiðið umfatar 30 nýggj parkeringspláss, gongubreyt, súkklubreyt umframt ger av spæliplássi. Arbeiðið er liðugt prosjektera og boðið út, og væntandi fer arbeiðið í gongd í næstum.

Tað økið, sum nú er lýst til sølu, skal fylgja teimum ásetingum, sum eru viðvíkjandi parkering, og sum eru ásett í bygningskunngerðini, almennu byggisamtyktini og serstøku byggisamtyktini sum verður gjørd.

Kommunan er vitandi um, at tað kann tykjast óskipað, meðan so nógv arbeiði fer fram í økinum. Men tá alt arbeiðið er liðugt, verður talan um eitt væl skipað øki, har atlit eru tikin til bæði ferðslutrygd og parkeringsviðurskifti, sum Tórshavnar kommuna tekur í størsta álvara.

Tað er ikki rætt, tá tað verður sagt, at kommunan ikki setur nøkur krøv til byggingina. Sambært almennu byggisamtyktini skal kommunan gera eina serstaka byggisamtykt fyri at loyva íbúðarbygning. Í serstøku byggisamtyktini verða krøv sett til hædd, nýtslustig, parkering o.a., og alt hetta skal vera innan fyri ásetingarnar í almennu byggisamtyktini. 

Harumframt hevur kommunan sett sum treyt, at byggingin skal tillagast nærumhvørvinum og taka hædd fyri, at útstykkingarnar oman fyri varðveita útsýnið í mest møguligan mun, umframt at kommunan kann seta treytir til byggingina viðvíkjandi staðseting, byggilist og øðrum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder