Allahalgannasunnudag 4. november eru 11 ár síðan Hoyvíkar kirkja varð vígd.
Sjálvur dagurin hevur øll hesi árini síðan vígsluna verið hildin, tí hoyvíkingar eru góðir við sína kirkju.
Fitt av tiltøkum fer fram í kirkjuni ta komandi tíðina.
Mikukvøldið 31. oktober verður skrúvuguðstænasta.
Fríggjakvøldið 2. november verður Allahalganna aftansongur við Kamarkórinum Aurora Borealis undir leiðslu av Ólavi Jøkladal, við serligum framførslum og liturgi.
Sunnudagin 4. november, ið allahalgannasunnudagur og vígsludagur kirkjunnar verður guðstænasta sum vant. Kirkuráðið bjóðar til morgunmatar í Kirkjukjallaranum, har øll eru vælkomin.
Mikukvøldið 7. november verður Miðvika í Hoyvíkar kirkjuna. Heitið er “Boðskapurin í trænum”, har Edward Fuglø og Nils Ohrt greiða frá listaverkunum hjá Edwardi í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni í Klaksvík.
Mikukvøldið 14. november verður skrúvuguðstænasta í kirkjuni.
Sunnudagin 18. november syngur Stanley Samuelsen í kirkjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald