Uttanlands

Huawei stevnir amerikansku stjórnini

Risastóra fyritøkan vísir aftur, at útgerð teirra verður brúkt til njósning

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2019-03-07 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stóra kinesiska fyritøkan Huawei stevnir nú amerikansku stjórnina fyri rættin.

Tað boðar Huawei Technologies Co frá í einum tíðindaskrivi, sum varð sent út í nátt.

Rættarmálið vendir sær móti tí partinum av amerikansku verjulógini, sum varð samtyktur í fjør og sum sýtir fyri, at Huawei kann vera veitari til telenetverk í USA.

Huawei heldur, at avmarkingarnar á amerikanska marknaðinum eru í stríð við grundlógina, skrivar dr.dk.

- Amerikanska kongressin hevur fleiri ferðir mistikið seg í royndini at savna inn prógv, ið skulu stuðla tiltøkunum mótvegis vørum frá Huawei, verður sagt í skrivinum.

Huawei er ein av størstu elektronikkfyritøkunum í Kina. Fyritøkan er eisini heimsins størsti veitari av tøkni til nýggj skjót 5G-netverk, sum er næsta ættarlið av interneti umvegis fartelefonnetið.

Men USA hevur í fleiri ár havt kinesiskar myndugleikar undir illgruna fyri at brúka tøknina hjá Huawei til njósnaraendamál. Huawei verður tí mett at vera ein trygdarvandi.

USA roynir eisini at yvirtala síni sameindu til ikki at brúka Huawei orsaka av óttanum fyri njósning.

Huawei hevur fleiri ferðir víst aftur ákærurnar um njósning, og sigur, at útgerðin hjá felagnum aldri er brúkt til njósning, skrivar dr.dk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder