Mentan

Hugnakvøld við Bjørn Hentze Bech

Diskað verður við føroyskum slagarum, umframt kendum klassikarum

2019-03-20 08:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygarkvöldið verður eitt heldur sjáldsamt tónleikatiltak í Gøtu, eitt tiltak ið osar av hugna og góðum huglagið.

Tónleikurin verður sjálvandi í hásæti, eisini hetta kvøldið, tá skipað verður fyri einum hugnaligum café-kvøldið, har ungi og sera væl upplagdi porkerningurin, Bjørn Hentze Bech, fer at spæla tónleik úr farnum tíðum.

Bjørn er vorðin sera væl umtóktur við útvarpssendingini Afturljóð, og hevur síðani eisini verið nógv umbiðin at diska til ymisk tiltök.

Diskað verður við føroyskum slagarum, umframt kendum klassikarum sum Elvis, Jerry Lee Lewis, The Beatles, Faroe Boys og fleiri, skrivar Tónleikasamtakið Grót í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder