12. desember 2022 varð kunngjørt, at fólkatalið í Nes kommuna var farið uppum 1.500 fyri fyrstu ferð.
Harvið kann kommunan fáa heitið sum býur, og Nes kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at tað á bygdaráðsfundi í gjár, mánakvøldið 30. januar 2023, varð samtykt, at Nes kommuna tekur býarheiti.
Tá fólkatalið fór uppum 1.500 varð boðað frá, at eitt hátíðarhald fór at verða í 2023, og í samband við samtyktina í gjár varð hetta staðfest, og dagfesting er nú sett á:
- Bygdaráðið ynskir at bjóða øllum borgarum í Nes kommunu til morgunmat í fimleikahøllini í Tofta skúla leygarmorgunin 11. februar kl. 10. Nærri kunning um skránna kemur seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald