2019-05-24 15:05
Tað er gott at røra seg, ikki bara hjá okkum við góðari heilsu, men eisini hjá teimum, ið hava trupulleikar.
Tí verður dagurin í dag, 24. mai, hildin sum Rørslufagnaður. Tað er Fólkaheilsuráðið, Tórshavnar kommuna saman við verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, sum skipa fyri degnum á Ovara Vølli í Gundadali.
Vit høvdu myndamann á staðnum, og sum myndirnar vísa, hugnaðu børn og vaksin sær óført við teimum ymsu aktivitetunum, sum kundu roynast á vøllinum.
Myndir: Jens Kr. Vang
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald