2018-10-26 20:17
Sum nakað nýtt fara Hugskotið og Visit Tórshavn at skipa fyri einum ferðavinnu- og íverksetaradíkjara undir heitinum ‘Nýskapan í ferðavinnuni’. Talan er um eitt sonevnt ‘start up accelerator’ tiltak fyri íverksetar og nýggjar ella smærri fyritøkur í ferðavinnuni.
Endamálið er at eggja íverksetum til nýhugsan á ferðavinnuøkinum, at stuðla nýggjum fyritøkum, ið arbeiða við ferðavinnu, og at spjaða ferðavinnuna bæði landafrøðiliga og yvir árið.- Ferðavinnan er vorðin ein týðandi vinnugrein við fleiri inntøkumøguleikum, og tí ynskja vit at stuðla undir, soleiðis at fleiri og fjølbroyttari ferðavinnutilboð verða ment, har góðska og tænastustøði er í hásæti, sigur Sóley Heradóttir Hammer, umsitari á Hugskotinum.
‘Nýskapan í ferðavinnuni’ er ætlað sum ein verkstova við ráðgevum knýttum at verkætlanini. Tiltakið verður í tíðarskeiðinum 14. januar til 22. februar.
Tær verkætlanir, ið verða útvaldar til tiltakið, fáa ókeypis innivist í Hugskotinum í seks vikur umframt hjálp og vegleiðing frá vinnulívsfólkum, lyklapersónum í ferðavinnuni, ráðgevum í Hugskotinum og Visit Tórshavn, skrivar Tórshavnar kommuna. Tiltakið verður skipað sum verkstova, har luttakarar koma at arbeiða við egnum verkætlanum, umframt at fyrilestrar vera á skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald