Innanlands

Hurtigruten kemur til Runavíkar í dag

Ferðamannaskipið Spitsbergen hjá norska reiðarínum Hurtigruten kemur á Runavík kl. 12

2019-05-13 11:34 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kl. 12.00 í dag kemur ferðamannaskipið Spitsbergen hjá norska reiðarínum Hurtigruten inn á Runavíkar Havn.

Skipið fer at liggja við kai frá kl. 12.00 til 20.00 í kvøld. Hetta er sama skip, ið eisini vitjar í Elduvík mikudagin 15. mai.

Spitsbergen er 100 m langt og umborð eru 159 ferðafólk úr Norra, Týsklandi, Fraklandi, UK og USA, skrivar Runavíkar kommuna. Umboðsfelag hjá Spitsbergen í Føroyum er Faroe Ship.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder