Fyrr í ár fekk Articon arbeiði at gera Hvalbiartunnilin, ið Landsverk bjóðaði út.
Teir lata væl at, og siga, at tað sum heild hevur gingið væl við arbeiðinum, ið byrjaði fyrst í juni.
Torleif Waagstein, verkætlanarleiðari, sigur, at áleið 115 metrar eru borðaðir inn í fjallið.
(Mynd: Sverri Egholm)
Sambært Torleif Waagstein er torført at siga, júst nær tunnilin verður liðugur. Tíðarkarmurin ið givin er sigur, at arbeiði skal vera liðgut í 2022.
Verkætlanarleiðarin upplýsir tó fyri Portalinum, at hann hevur eina tíðarætlan ið sigur, at um alt gongur eftir ætlan, so er Articon liðugt við Hvalbiartunnilin í byrjanini av 2021 - tað vil siga, at koyrandi verður ígjøgnum fyrsta ársfjórðing.
Tað er tó soleiðis, at har er ein játtanarkarmur, ið skal arbeiðast inannfyri, og Torleif Waagstein sigur, at tað er millum annað slíkt, ið kann seinka arbeiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald