- Ásannandi at barnatalið í kommununi er støðugt minkandi og bankarnir ikki fíggja nýbygging á bygd, samtykti bygdaráðið í Hvannasunds kommunu í gjárkvøldið at avtaka barnaansingargjaldið á dagstovninum í kommununi frá 1. januar 2019.
- Hetta fer vónandi at hava við sær, at ungar barnafamiljur, ið kundu hugsa sær at búsett seg í Hvannasunds Kommunu, fáa ein rúmligari búskap og harvið økja um møguleikan at fáa fígging til bústað, sigur kommunan.
Bygdaráðið samtykti í gjárkvøldið fíggjarætlan fyri 2019.
Fíggjarætlanin javnvigar við 18 milliónir. Av hesum er eldraøkið góðar 4 milliónir og íløgur verða gjørdar fyri knappar 3 milliónir. Íløgurnar fevna millum annað um grundøki og byggibúning til eldraíbúðir, spælipláss og ábøtur í skúlanum og við vøllin á Fossánesi.
Eisini verður allarsíðsta hond løgd á at fáa alt spillivatnið í kommununi gjørt sambært góðkendari ætlan.
Skattaprosentið verður óbroytt 19,75 prosent og barnafrádrátturin verður óbroyttur kr. 7.000.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald