Innanlands

Hvassur vindur og stormur fram til hósnáttina

Veðurforsøgnin letur illa til hesar báðar dagarnar

Sumba ein illveðursdag (Savnsmynd: Bjartur Vest)

Sumba ein illveðursdag (Savnsmynd: Bjartur Vest)

2018-10-16 11:56 Author image
Ari av Rana
placeholder

Stormur er í støðum í morgun og har harðast leikar á er upp í 41 m/s í hvirlunum. Veðurforsøgnin á Portal.fo boðar frá hvassum vindi og stormi fram til hósnáttina.

Nú á middegi sigur hann frá 14,5 m/s av suðri, sum síðani veksur út á degnum upp í 19,5 m/s. Hitin liggur millum 9 og 11 hitastig. Eitt lítið sindur av avfallið er í brotum – um 0,2 mm.

Um midnátt minkar hann í vindinum til 16 m/s av útsynningi, sum heldur sær alla nátt og allan morgindagin. Sum líður út á degnum skiftir ættin í vestan. Hitin minkar niður aftur í 8-9 hitastig, og avfallið er um 0,2 mm í brotum allan dagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder