Uttanlands

Hvítarussland: 16 politiskir fangar leyslatnir

Mett verður, at umleið 1.150 politiskir fangar eru í Hvítarusslandi, og seinasta árið eru 300 náðaðir og leyslatnir

Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi (Mynd: EPA)

Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi (Mynd: EPA)

2025-07-03 13:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

16 politiskir fangar, sum eru skuldsettir fyri m.a. ekstremismu í Hvítarusslandi, eru náðaðir av forsetanum, Aleksandr Lukasjenko, boðaðu hvítarussiskir statsmiðlar frá mikudagin sambært Reuters.

Talan er um átta menn og átta kvinnur, harav fleiri hava kroniska sjúku, bera brek ella hava børn undir 18 ár.

Sambært mannarættindafelagsskapum og hvítarussiskum andstøðupolitikarum í útlegd eru umleið 1.150 politiskir fangar í Hvítausslandi.

Lukasjenko, sum hevur sitið sum forseti síðan 1994 hevur náðað 300 politiskum fangum seinasta árið.

Franak Viacorka, ráðgevi hjá andstøðuleiðaranum Svetlana Tikhanovskaja sigur, at boðini um leyslatingina av hesum fangunum eru kærkomin, men at fólk í hópatali eru skuldsett fyri brotsverk, sum hava samband við politikk, seinasta mánaðan, og sæst tí eingin stór broyting í politikkinum hjá stjórnini.

Andstøðan hevur tó vónir um fleiri leyslatingar komandi vikurnar, eftir at fyrrverandi andstøðupolitikkarin, Sergej Tikhanovskij varð leyslatin 21. juni eftir fimm ár í fongsli.

Les eisini: Fyrrverandi hvítarussiskur andstøðuleiðari: Trump kann fáa øll leyslatin

Hetta var eftir at serliga amerikanska sendifólkið hjá USA, Keith Kellogg vitjaði í Minsk, har hann m.a. hitti Lukasjenko, og Viacorka heitir á amerikanska forsetan, Donald Trump um at leggja trýst á fyri at fáa fleiri leyslatin.

– Vit noyðast at halda fram, og vit biðja eisini Trump forseta um at fara uppí málið og leggja trýst á fyri at fáa fleiri leyslatin - hann hevur valdið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder