Mentan

Hvussu gagnnýtir tú tilfeingið, tá tú flettir?

Fleiri møguleikar eru at gangnýta tilfeingið, sum fæst burturúr seyðinum, og IRF fegnast um, at fólk í størri mun eru farin at brúka tað, sum kemur burturúr flettingini

Mynd: IRF

Mynd: IRF

2020-10-05 14:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú flettingin stendur fyri framman, vísir IRF á, at fleiri møguleikar eru at gagnnýta tað tilfeingið, sum fæst burtur úr seyðinum.

Til ber m.a. at garva skinn, evna prýðislutir úr horni, gera sápu og ljós úr tálg, borðreiða við eini ørgrynnu av spennandi og øðrvísi máltíðum og mangt annað. Einans hugflogið setur markið.

Víst verður á, at kvøldskúlar eisini bjóða skeið fram í t.d. hornarbeiði, fleiri kommunur eru farnar at gera ljós úr tálg at brenna á nýggjárinum, og nakrar matstovur gera nógv burtur úr føroyska tilfeinginum á matseðlinum.

Í tíðindaskrivi sigur IRF, at tey fegnast um hetta, tí at fólk í nógv størri mun eru farin at brúka alt tað tilfeingið, sum kemur burturúr flettingini, og samstundis verður minkað um nøgdirnar av lívrunnum burturkasti at brenna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder