Innanlands

Hvussu ynskja vit at seinasta tíðin skal verða

Hetta er ein av spurningunum, ið ljós verður varpað á, á kjakfundi hjá Etiska Ráðnum í Løkshøll í kvøld. Høvuðsevni er palliatión

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

2019-11-06 10:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum stendur, at endamálið við kjakfundinum er at lýsa, hvørjar etiskar støður og spurningar knýta seg at síðstu tíðini áðrenn deyða, og hvussu vit ynskja, at seinasta tíðin skal verða.

Ljós verður varpa á ymiskar spurningar innanfyri evnið, og lagt verður upp til kjak um palliatión.

 
Skráin fyri kvøldið:
 
Kl. 19.30 Hvat er palliatión, og hvussu kunnu vit veita linna og lívsgóðsku?
Hildur við Høgadalsá, sjúkrarøktarfrøðingur og Master í yrkismenning, forkvinna í Etiska ráðnum
 
Kl. 19.40 Síðsta tíðin heima - røkt og umsorgan
Jonna Joensen, sjúkrarøktarfrøðingur, deildarleiðari í Heimatænastanuni
 
Kl. 19.55 At fara væl úr hesi verð. Tilveruspurningar evstu tíðina
Marjun Bæk, fyrrverandi sóknarprestur og limur í Etiska ráðnum
 
Kl. 20.10 Hví eiga rehabilitering og palliatión at ganga hond í hond?
Sólbjørg Frederiksberg, fysioterapeutur á Landssjúkrahúsinum og limur í Etiska ráðnum
 
Kl. 20.25 Palliatión í dag og frameftir – hvørjar umstøður ynskja vit?
Bjarni á Steig, yvirlækni og serlækni í blóðsjúkum og palliatión
 
Kl. 20.40 Pallborðsorðaskifti, spurningar og kjak
 
Kl. 21.25 Samanumtøka
Hildur við Høgadalsá, forkvinna í Etiska ráðnum
 
Kl. 21.30 Liðugt
 
Orðstýrari: Uni Arge, journalistur.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder