Í dag er altjóða súkkludagur, og í hesum sambandi skipar Tórshavnar kommuna fyri almennum súkklutiltaki í miðbýnum í Havn seinnapartin.
– Frá klokkan 15 til 19 verða vegir stongdir fyri bilaferðslu og gjørdir um til eitt stórt súkkluøki, har børn og vaksin kunnu njóta býin á ein nýggjan og stuttligan hátt, skrivar kommunan.
Klokkan 16.30 setir Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, altjóða súkkludagin uttanfyri Perluna og Reinsaríið. Síðani verður skipað fyri súkkluveiðu gjøgnum havnagøtur saman við Angelu og Hannibal. Eftir súkkluveiðuna verður lutakast við vinningum, og eisini verður kaffi, te og frukt at fáa.
Í sambandi við tiltakið eru fleiri vegir stongdir í miðbýnum seinnapartin. Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald