Innanlands

Í dag verður kannað hví Vesturskyn sakk

Vesturskyn sakk við Stangabrúnna í Klaksvík í gjár

Mynd: Norðlýsið

Mynd: Norðlýsið

2019-01-31 10:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

Beint fyri klokkan 19 í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at 30 fóts glastrevjabáturin Vesturskyn, sum lá við Stangabrúnna í Klaksvík, var sokkin.

Tað vóru góð líkindi í Klaksvík tá Vesturskyn sakk, og tí var eitt sindur undrunarsamt, at báturin var sokkin.

Sum vit endurgóvu Norðlýsið fyri í gjár, gingu søgur á Stongunum um, at ein gravmaskina skuldi hava koyrt kava frá kavaruddingini niður í bátin.

Vesturskyn varð tikin uppaftur í gjár.

Av løgreglustøðini verður sagt, at løgreglan í Klaksvík fer at gera nærri kanningar í málinum í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder