Innanlands

Í Føroyum eru politikarar mótleikarar hjá bryggjara- og distillarívinnuni

Hugstoytt at norðoyatingmaður breggjar sær av at leggja fótonglar í vegin fyri Føroya Bjór, heldur blaðstjórin á Norðlýsinum

Føroya Bjór (Savnsmynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

Føroya Bjór (Savnsmynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

2018-12-10 23:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Stóri munurin er, at á Orkneyoyggjunum eru politikarnir viðleikarar hjá bryggjara- og distillarívinnunum, meðan her í Føroyum eru teir mótleikarar.

Tað skrivar stjórin á Norðlýsinum, Jóhann Lützen, í einum leiðara á nordlysid.fo í kvøld.

Hann heldur tað vera “hugstoytt at síggja norðoyatingmannin Jákup Mikkelsen standa í Degi & viku og breggja sær at hava lagt Føroya Bjór fótonglar í vegin", sum hann orðar seg.

Stjórin í Okkara kundi fegnast, tí bryggjaríið á Velbastað nú kann selja allar sínar vørur í sínum sølubúðum. Føroya Bjór selur eisini vodka, ginn, akvavitt og skjótt eisini whisky. Hóast broytingar verða gjørdar í lógini, so fara føroysk bryggjarí ikki at kunna selja annað enn øl og cider í sínum sølubúðum.

Les eisini: Meiriluti fyri at loyva bryggjaríum at selja sterkari

- Tá kundarnir kortini noyðast í Rúsdrekkasøluna eftir snapsinum, kann tað lætt hugsast, at teir gera alt innkeypið har, eisini ølið – sum har eisini stendur millum alskyns lokkandi sløg av útlendskum øli.

Sambært stjóranum á Norðlýsinum er stórur munur á Føroyum og í grannaoyggjunum Orkney, har tað ber til at fara framvið hjá fistillarínum og keypa fløskur í øllum støddum.

Uppskotið hjá Magna Laksáfoss varð samtykt við aðru viðgerð á tingfundinum í dag. Triðja viðgerð verður mikudagin.

Les allan leiðarin hjá Jóhann Lützen her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder