Í september skulu fólk í Nýsælandi á tjóðartingsval, og í hesum sambandi skulu tey eisini atkvøða um legalisering av kannabis og aktiva deyðshjálp, upplýsir landsins løgmálaráðharri fríggjadagin.
Til spurningin, um teir ganga inn fyri aktiva deyðshjálp og/ella legalisering av kannabis, verða veljarar bidnir um at svara ja ella nei.
Lógaruppskotið um legalisering av kannabis hevur eitt aldursmark á 20 ár fyri at roykja ella keypa kannabis til egið brúk. Eisini er eitt mark fyri, hvussu nógv en kann dyrka heima, og skal ein hava serligt loyvi fyri at innflyta ella útflyta kannabis.
Lógaruppskotið um aktiva deyðshjálp loyvir einum sjúklingi við ólekjandi sjúku at biðja um hjálp at doyggja. Hetta krevst tó, at tveir læknar eru samdir um, at avgerðin hjá sjúklinginum byggir á álítandi vitan, umframt at sjúklingurin skal lúka aðrar løgfrøðiligar treytir.
Fólkaatkvøðan um aktiva deyðshjálp verður bindandi, meðan tað er upp til komandi stjórnina at samtykkja kannabislógina, skrivar Jyllands-Posten.
Borgarar fáa nærri kunning um fólkaatkvøðurnar, tá valið nærkast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald