
Klokkan 20.30 í kvøld og ein tíma fram verða gøtuljósini sløkt í fleiri kommunum kring landið. Hetta er í sambandi við tiltakið Earth Hour – á føroyskum Tími Jarðinnar.
Talan er um eitt altjóða tiltak, sum verður fyriskipað av felagsskapinum World Wide Fund for Nature (WWF) síðsta leygardag í mars á hvørjum ári. Fyrsta Earth Hour tiltakið varð hildið í avstralska býnum Sydney í 2007, og síðani eru fleiri stórbýir kring heimin farnir at taka lut í tiltakinum.
Tiltakið hevur til endamáls at fáa fólk, samfeløg og fyritøkur at sløkkja ljósið í ein tíma fyri at varpa ljós á verðurlagsavbjóðingar og minka um CO2-útlátið.
Eins og undanfarin ár, luttaka fleiri føroyskar kommunur í tiltakinum. Kommunurnar sløkkja gøtuljósini í ein tíma, og heita tær á handlar, fyritøkur, stovnar og einstaklingar í kommuni um eisini at sløkkja ljósið hendan tíman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald