Innanlands

Í morgin skal tingið taka støðu til kynsskifti

Løgfrøðiligt kynsskifti til 1. viðgerð á tingfundi klokkan 11 í morgin

Sonja Jógvansdóttir (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Sonja Jógvansdóttir (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-11-05 18:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Uppskotið frá uttanflokkatingkvinnuni, Sonju Jógvansdóttir, um løgfrøðiligt kynsskifti kemur til 1. viðgerð í løgtinginum í morgin.

Uppskotið varð lagt fram í august, og stóð á skránni fyri tingfundin 20. september, men orsaka av forfalli, var málið tikið av skrá. Nú kemur tað so til viðgerðar.

- Hetta uppskot heimilar at fólk, hvørs lívfrøðiliga kyn er í andsøgn við kynssamleika teirra, umvegis eina umsókn kunnu skifta kyn løgfrøðiliga, stendur millum annað í uppskotinum.

- At skifta kyn løgfrøðiliga merkir, at tú søkir um at fáa eitt p-tal, sum samsvarar við tín kynsliga samleika, og hetta gevur tvørkyndum møguleika at velja sær navn samsvarandi samleika sínum, fáa nýtt samleikaprógv, koyrikort og pass, stendur í uppskotinum sum sæst her.

Tingfundurin í morgin byrjar klokkan 11.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder