Innanlands

Í morgin verður síðsta skotið móti Rókini latið av

Í hesum sambandið skipar P/F Eystur- og Sandoyartunlar fyri almennum hátíðarhaldi

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

2019-05-06 14:18 Author image
Ari av Rana
placeholder

P/F Eystur- og Sandoyartunlar hava í morgin hátíðarhald, tá síðsta skotið í Eysturoyartunlinum móti Rókini verður latið av. Síðsta skotið veðrur latið av kl. 16.30.

Tá síðsta skotið er latið, bjóðar P/F Eystur- og Sandoyartunlar til alment hátíðarhald við Rókina og í Løkshøll.

Hátíðarhaldi byrjar við at borgarstjórarnir, Jóhannus Danielsen, Tórbjørn Jacobsen og Artur Johansen lata síðsta skotið av við Rókina, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.

Aftaná verður farið í Løkshøll til ein drekkamunn, har samferðslumálaráðharrin og teir tríggir borgarstjórarnir flyta fram røður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder