Innanlands

Í sóttarhaldi á Oyrasundskollegiinum

Josefina og Agnar Prestá hava fingið boð um at fara í sóttarhald. Skúlafelagi er smittaður

Josefina og Agnar Prestá (Privatmynd)

Josefina og Agnar Prestá (Privatmynd)

2020-03-11 11:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Josefina og Agnar Prestá, sum búgva á Oyrasundskollegiinum á Amager, hava fingið boð frá heilsumyndugleikunum um at fara í sóttarhald.

Tey siga seg ikki merkja nøkur sjúkueyðkenni, men av trygdarávum og fyri ikki at smitta víðari, eru tey í sóttarhaldi, og skulu vera tað í fleiri dagar.

Boðini komu í gjárkvøldið.

Josefina, sum lesur medisin, var hósdagin og fríggjadagin til fyrilestur, og ein persónur, sum var til somu fyrilestrar hevur fingið staðfest covid-19, greiðir Agnar Prestá frá.

Skúlin setti seg í samband við heilsumyndugleikarnar og mett var, at øll tey sum høvdu verið til fyrilestrar hesar dagarnar skuldu avbyrgjast.

- Vit hava spurt okkum fyri á samdøgurstelefonini hjá myndugleikunum um corona, og sagt verður, at tað er best um eg fari í sóttarhald eisini. Um ikki, hevði eg verið noyddur at flutt út í nakrar dagar, meðan hetta gongur fyri seg.

Agnar arbeiðir sum journalistur á Portalinum, og fær røkt sítt arbeiði heimanifrá, og Josefina fær eisini lisið og samskift við sínar lestrarfelagar heimanifrá.

[object Object]Agnar Prestá (Mynd: Sverri Egholm)

Innkeyp umvegis netið
- Vit hava longu bílagt gerandisvørur frá Rema1000, sum hevur útkoyring, og vørurnar verða settar uttan fyri hurðina. Vinfólk hava eisini bjóðað seg til at keypa inn, greiðir Agnar frá.

- Um nakrar dagar kann eg ímynda mær, at tað fer at merkjast, at man bara situr inni, men vit vilja sjálvandi ikki smitta onnur, so vit halda okkum til tilmælið.

Tað er eitt sindur serligt, sigur Agnar Prestá, ið sum nevnt arbeiðir á Portalinum, har corona fyllir nógv í tíðindarenslinum.

- Tá eg byrjaði at skriva um tað í januar tóktiskt tað at vera langt vekk, men nú blívur tað brádliga øgiliga reelt, sigur Agnar Prestá.

Sambært tølunum hjá Sundhedsstyrelsen eru tað 340 persónar, sum hava fingið staðfest covid-19 í Danmark og 1.231 fólk eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder