Uttanlands

Icelandair hevur keypt Wow Air

Feløgini halda tó fram við virkseminum eins og nú

(Samansett mynd: Morgunblaðið)

(Samansett mynd: Morgunblaðið)

2018-11-05 16:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Gamla íslendska flogfelagið Icelandair hevur í dag boðað frá, at tað hevur yvirtikið kappingarneytan, lágprísflogfelagið Wow Air, sum Skuli Mogensen stovnaði fyri fimm árum síðani.

Wow Air hevur hesi fimm árini megnað at gera vart við seg við at bjóða út sera bíligar ferðaseðlar, serliga á leiðunum tvørtur um Atlantshav.

Hóast tað ikki gongur serliga væl hjá Icelandair fyri tíðina, og felagið hevur eina skuld upp á eina milliard krónur, hevur felagið kortini keypt Wow Air. Yvirtøkan skal tó fyrst góðkennast av íslendsku kappingarmyndugleikunum.

Icelandair skrivar í tíðindaskrivi, at feløgini fara at halda fram eins og nú við báðum nøvnunum.

- Í løguni er ferðafólkavinnan sera týdningarmikil fyri Ísland, og tí er tað eisini týdningarmikið, at tað framhaldandi eru nógvar flogferðir til og úr Íslandi, sigur Bogi Nils Bogason, stjóri hjá Icelandair, sambært

Stjórin fyri Wow Air, Skúli Mogensen sigur soleiðis:

- Vit eru errin av gongdini og menningini, sum Wow Air hevur verið ígjøgnum seinastu árini. Vit hava skapt eitt sterkt flogfelag og verið undangongufelag innan lágprísferðir yvir Atlantshav. Nú byrjar eitt nýtt skeið, har Wow Air verður ein góður felagi hjá Icelandair.

Danska flogferðsluheimasíðan insideflyer.dk skrivar, at hetta kann gerast byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið innan evropeiska flogvinnu. Tað eru ov nógv flogfeløg og harvið ov stórt útboð av flogferðum, og tí kunnu vit vænta, at fleiri flogfeløg verða løgd saman. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder