Uttanlands

Icelandair í álvarsligum peningaligum trupulleikum

Flogfelagið er í samráðingum við kreditorar sínar

2018-10-03 17:14 Author image
Oda Strøm
placeholder

Fleiri útlendskir miðlar vilja nú vera við, at tað gongur illa hjá íslendska flogfelagnum Icelandair.

Sambært einum keypskálaboðum frá Icelandair er talan um ótryggjað lánsbrævalán upp á 190 milliónir dollarar (næstan 1,27 milliardir krónur), hvørs treytir felagið hevur torført við at halda.

- Felagið umhugsar fleiri møguleikar, millum annað at biðja um fyribils frítøku frá lánstreytunum, at broyta treytirnar ella eina partvísa afturgjalding av lánsbrævaláninum, skrivar Icelandair í tíðindaskrivinum. 

27. august boðaði Icelandair frá, at samtaksstjórin Björgólfur Jóhannsson tók seg úr starvinum og boðaði samstundis frá, at úrslitið fyri 2018 fór at verða lakari enn væntað. Tað var tá aðru ferð, at felagið væntaði lakari úrslit enn fyrst væntað. 

Icelandair er tjóðarflogfelag Íslands og somuleiðis størsta fyritøkan í Íslandi við einum umsetningi upp á 2,5 milliardir krónur árliga. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder