12. apríl vóru 4.794 danir deyðir, síðani tann fyrsti persónurin við Covid-19 doyði í Danmark. Tað var tann 14. mars.
Danmarks Statistik vísir nú á, at hóast ein heimsfarsótt herjar, so doyggja ikki fleiri fólk í Danmark enn tað vanliga gera hetta tíðarskeiði á árinum og innanfyri eitt tíðarbil.
Eisini í 2018 og 2019 doyðu eisini nakað undir 5.000 fólk í Danmark í sama tíðarbili - tað neyva talið verður ikki upplýst.
Dorthe Larsen, ið er deildarleiðari hjá Danmarks Statistik, staðfestir fyri BT, at tað er ikki eitt óvanliga høgt deyðstal í landinum í løtuni.
321 deyðstilburðir eru nú skrásettir í Danmark av fólki við koronavirusinum. Talið av smittaðum er sambært nýggjastu tølunum farið uppum 7.000 (7.073 194 fleiri enn í gjár)
Talið av innløgdum hevur verið fallandi síðani 1. apríl. 353 persónar við covid-19 eru innlagdir í Danmark. Av teimum eru 92 fólk í intensivari viðgerð - 72 av teimum í respirator.
--------------------------------
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald