Ein tyrla hjá Atlantsflogi var seinnapartin eftir einum eldri manni, sum var komin til skaða á sluppunganum Brimnesi. Tað skrivar Kringvarpi á heimasíðuni í dag.
Sluppungin var við fylginum, sum er á veg til Danmarkar at hátíðarhalda 100 ára dagin hjá Merkinum. Óhappið hendi í nátt, tá ein eldri maður varð áhaldsin og datt, og fekk skaða í høvdið.
Maðurin varð fingin umborð á Brimil, sum fylgdu seglbátunum suðureftir. Brimnes vendi við, og Brimil fylgir sluppunganum aftur til lands.
Norðlýsið, sum eisini skal til Danmarkar at hátíðarhalda Merkið, vendi við í nátt fyri at umvæla ein leka. Seint seinnapartin fór Norðlýsið av Havnini við kós móti seglbátafylginum.
Skipini fóru av Havnini seinnapartin í gjár, og vera við til hátíðarhaldið av Merkinum í Keypmannahavn 2. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald