Innanlands

Ikki longur neyðugt við munnbindi í Hong Kong

Í nærum trý ár hevur tað verið krav at brúka munnbind á almennum støðum í býnum, men nú verður farið aftur til ein vanligan gerandisdag

Ferðafólk í munnbindi avmyndað í Hong Kong týsdagin (Mynd: EPA)

Ferðafólk í munnbindi avmyndað í Hong Kong týsdagin (Mynd: EPA)

2023-03-01 09:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá í dag er ikki longur krav at brúka munnbind á almennum støðum í Hong Kong.

Í 959 dagar hevur tað verið krav at brúka munnbind í almennu samferðsluni, í viðarlundum, matstovum og á øðrum almennum støðum, men nú verður farið aftur til ein vanligan gerandisdag, sigur politiski leiðarin í Hong Kong, John Lee.

Hong Kong er ein av teimum síðstu stórbýunum, sum strikar kravið um munnbind.

Áðrenn kravið varð avtikið, kundi mann enda við einari bót á yvir 1.000 dollarar (yvir 7.000 í okkara krónum), um mann ikki var í munnbindi á ávísum støðum.

Vónin er, at Hong Kong við at avtaka kravið um munnbind, kann lokka fleiri útlendsk ferðafólk og vinnulívsfólk til býin, skrivar DR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder