Innanlands

Ikki loyvt at skjóta fýrverk áðrenn nýggjársaftan

Tíðarskeiðið har fýrverkarí kann nýtast, er broytt. Nú er bara loyvt at tendra fjúsini frá 31. desember til og við 1. januar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-28 16:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í ár er tíðarskeiðið, har fýrverkarí kann nýtast, broytt. Nú er bara loyvt at tendra fjúsini frá 31. desember til og við 1. januar.

Hetta minna Arbeiðs- og brunaeftirlitið og politiið á, nú vit nærkast nýggjárinum.

- Við at bíða verja vit kringumstøðurnar og okkara nærmastu móti óneyðugum larmi og vandum, verður sagt.

- Lat okkum vísa ábyrgd og ans, so bæði fólk og djór kunnu njóta eitt trygt og hátíðarligt nýggjárshald, sigur Arbeiðs- og brunaeftirlitið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder