Innanlands

Ikki samvitsku at lata vera

Tá løgmaður og Jónleif Johannesen siga, at Dalsvegurin er hættisligur, kennir Miðflokkurin seg noyddan at leggja uppskot fram

Jenis av Rana (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jenis av Rana (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-12-11 16:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tá mætir menn sum Aksel V. Johannesen og Jónleif Johannesen siga, at tað er hættisligt at koyra eftir Dalsvegnum, so kundi Miðflokkurin ikki gera annað enn at leggja uppskotið fram.

- Miðflokkurin hevur ikki samvitsku til at lata vera.

Tað sigur Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, sum saman við Bill Justinussen hevur lagt uppskot um tunnil úr Húsavík til Dals fram fyri tingið. Uppskotið er til fyrstu viðgerð í dag.

Miðflokkurin skjýtur upp, at 150 milliónir krónur verða settar av tey næstu trý árini, frá 2019 til 2021.

Fylg viðgerðini her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder