Innanlands

Ikki umstøður at leita eftir ferðamanni í løtuni

Enn hevur ikki borið til at sloppið framat teimum støðum í Fugloy sum enn mangla

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-01-23 18:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Líkindi hava ikki verið til at sloppið framat støðum í Fugloy, har tyrla, staðkend fólk og løgregla ikki fingu leita eftir einum ferðamanni úr Eysturríki, sum hvarv tann 11. januar.

Tá umstøðurnar eru betri at ganga í fjøllunum verður farið at leita í teimum støðum, har ikki hevur verið leitað áður, visti útvarpið í kvøld.

Løgreglan ger ikki meira við málið í løtuni uttan so, at okkurt verður funnið, sum gevur orsøk at taka leitingina uppaftur.

Einki vitni hava vent sær til løgregluna síðani leitingin steðgaði týsdagin í síðstu viku.

Les eisini: Keypti einvegis ferðaseðil til Føroyar og hvarv í Fugloy

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder