Uttanlands

Ikki undirtøka fyri borgarligari stjórn

Centerpartiet ætlar sær at atkvøða ímóti Ulf Kristersson sum stjórnarleiðara

Annie Lööf, leiðari fyri Centerpartiet (Mynd: EPA)

Annie Lööf, leiðari fyri Centerpartiet (Mynd: EPA)

2018-11-13 11:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

I morgin skal svenski tjóðartingið, Ríkisdagurin, atkvøða ja ella nei til at loyva borgarliga flokkinum, Moderaterna, og floksleiðaran Ulf Kristersson, standa á odda fyri eini nýggjari stjórn saman við Kristdemokraterna.

Svøríki hevur ligið í politiskari óvissu nú í yvir tveir mánaðir eftir ríkisdagsvalið 9. september.

Men hóast Ulf Kristerson frá tingformanninum hevur fingið latið upp í hendur at skipa stjórn, so verður tað alt annað enn lætt. Fyrrverandi samgongufelagin, Annie Lööf, leiðari fyri liberala Centerpartiet, sigur í dag, at flokkur hennara ikki fer at stuðla eini konservativari stjórn undir Kristersson.

Centerpartiet hevur annars fyrr sitið í stjórn saman við Moderaterna og hinum báðum flokkunum í borgarligu alliansuni.

- Vit í Centerpartiet fara at atkvøða nei í morgin. Hetta snýr seg ikki um Ulf Kristersson ella um alliansuna, men um ikki at geva Sverigedemokraterna eina valdsstøðu og ávirkan á svenskan politikk, sigur Annie Lööf við SVT.

Somu boð eru komin frá flokkinum Liberalerna, sum eisini er partur av borgarligu alliansuni.

Atfinningarligi høgraflokkurin mótvegis innflytarum, Sverigedemokraterna, gjørdist triðstørstur flokkur í Ríkisdegnum eftir Sosialdemokratarnar og Moderaterna.

Men ongin av hinum flokkunum í Ríkisdegnum vil samstarva við flokkin, tí tey halda, at hugburðurin mótvegis fremmandafólki er ov víðgongdur.

Um tað hendir, at Centerpartiet veruliga fer at atkvøða nei fyri eini borgarligari stjórn, so er samstarvið í alliansuni brotið, meta eygleiðarar.

Tað eru 349 sessir í Ríkisdegnum. Tað er ikki neyðugt at hava ein meiriluta fyri sær fyri at kunna skipa stjórn. Tað skal bara ikki vera ein meiriluti ímóti. Tí er neyðugt, at minst 175 limir atkvøða ja ella atkvøða blankt.

Moderaterna og Kristdemokraterna, sum ætla at skipa stjórn saman, hava bert 154 atkvøður, tá atkvøðurnar hjá Sverigedemokraterna verða taldar við. Tí hava tey tørv á teimum 31 atkvøðunum hjá Centerpartiet eisini.

Óvist er, hvat Centerpartiet nú ætlar. Ein møguleiki er at skipa stjórn tvørtur um miðjuna, eitt nú eina samgongu við sosialdemokratunum, umhvørvisflokkinum, Centerpartiet og teimum liberalu. Men hesir flokkar hava ikki nóg mikið til at skipa meiriluta, og hava tørv á fleiri stuðulsatkvøðum, skrivar Danmarks Radio. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder