2019-05-28 09:55
Í gjárkvøldið kom løgreglan fram á ein bil, sum koyrdi við Hvítanesvegin í Havn, har mett var, at alt ikki ruggaði rætt.
Tað var beint eftir kl. 18 í gjár, at løgreglan steðgaði bilinum, og tá tosað varð við bilføraran var illgruni um, at viðkomandi var ávirkaður av rúsevni.
Blóðroynd varð tí tikin av bilføraranum, og nú verður so bíðað eftir svarinum av hesum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald