2018-10-25 15:32
Løgreglan í New York var í morgun í einari matstovu hjá kenda sjónleikaranum Robert De Niro og tók sær av einum pakka, sum var komin har.
Pakkin líktist teimum pakkunum, sum eru sendir til fleiri amerikanskar politikarar seinastu dagarnar, skrivar AP og CNN. Pakkarnir eru eitt nú sendir til Barack Obama og Hillary Clinton.
Robert De Niro er demokratur og ein harður mótstøðumaður av Donald Trump, forseta í USA.
Myndir úr New York vísa, at bumbuuppruddingarbilurin hjá løgregluni í New York koyrdi burtur frá matstovuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald