Innanlands

Ilt kom millum menn á matstovu

Eitt harðskapsmál var í gjár

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-11-12 10:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Um hálvgum sjey tíðina í gjár fekk løgreglan fráboðan um rok á eini matstovu í Havn. Menn vóru farnir at ilskast, og endaði við, at eini maðurin fekk ein framman á.

Løgreglan veit hvør maðurin sum sló er, og løgreglan skrivar málið upp sum harðskapsmál. Í dag hava nakrar avhoyringar verið, men arbeitt verður enn við at avhoyra partarnar í málinum.

Maðurin, sum varð sligin, fekk ikki skaða av tilburðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder