Í dag er nýtt met sett í India. Seinasta samdøgrið eru fleiri enn 100.000 persónar í landinum staðfestir positivir fyri koronu.
Heilt nágreiniligt er talan um 103.558 smittutilburðir, og hetta er fyrst ferð, at India hevur skrásett omanfyri 100.000 í eitt samdøgur.
Tann staturin, sum er harðast raktur er Maharashtra, har býurin Mumbai liggur. 57.074 av teimum nýggju tilburðunum eru nevniliga skrásettir har, og hevur hetta lagt trýst á sjúkrahúsini.
India hevur nú skrásett tilsamans 12,6 mió. smittutilburðir, síðan koronafarsóttin byrjaði at gera um seg í fjør. Tey einastu londini, sum hava skrásett fleiri eru USA og Brasil.
Hóast India er millum tey londini, sum hava skrásett flest tilburðir, liggur landið nógv longur niðri á listanum, tá hugt verður eftir tilburðum per 100.000 íbúgvar.
India, har talið á íbúgvum er 1,38 mia., hevur skrásett 900 tilburðir per 100.000 íbúgvar. Í eitt nú Danmark liggur talið omanfyri 4.000, í Føroyum er talið 1.247, meðan tað í USA liggur omanfyri 9.000.
Í februar, tá smittutølini í India vóru lág, vórðu fleiri av tiltøkunum í landinum linkaði, og saman við spjaðingini av nýggjum frábrigdum, verður hetta mett at vera orsøkin til, at talið er vorðið methøgt nú.
Í India hava tey funnið fleiri hundrað tilburðir av bretska, suðurafrikanska og brasilska frábrigdinum.
Subhash Salunke, fyrrverandi embætismaður fyri Heimsheilsustovnin, WHO, sigur, sambært Ritzau, at smittutalið í India væntandi fer at økjast komandi vikurnar. Hann heldur, at ein máti at sleppa undan hesum er at koppseta øll vaksin í hart raktum stórbýum sum eitt nú Mumbai.
– Um vit byrja nú, fara vit at síggja eina minking í endanum av apríl, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald