Innanlands

Indiski sendimaðurin á vitjan í Vinnuhúsinum

Í morgun var indiski sendimaðurin í Keypmannahavn, Ajit Gupte á vitjan í Vinnuhúsinum

Mynd: Industry.fo

Mynd: Industry.fo

2018-10-16 16:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sendimaðurin kom á vitjan til Føroya í gjár og skal á ferðini kunna seg um føroysk viðurskifti. Umframt at vitja Vinnuhúsið og fáa kunning um m.a. føroyska vinnu og føroyskan inn- og útflutning skal sendimaðurin vitja fyritøkur og almennar stovnar.

Føroyar innflyta nakað av vøru úr India, men enn er útflutningurin til India lítil ella eingin. Indiski búskaparvøksturin hevur seinastu árini ligið á 7,5% um árið og er sostatt sera skjótt vaksandi og tann fimt størsti í heiminum.

Indiski sendiharrin nýtti møguleikan at kunna um møguleikan hjá føroyskum fyritøkum at luttaka á Gujarat Global Summit 2019, sum er ein stór vinnuráðstevna, sum verður fyriskipað á hvørjum ári í januar, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni. Sendimaðurin mælti føroyskum fyritøkum, sum hava áhuga í indiska marknaðinum um at leita sær til hesa vinnuráðstevnuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder