2018-09-29 18:48
Í minsta lagið 384 fólk hava latið lív, og meira enn 500 vórðu særd, eftir ein jarðskjálvti og síðani ein flóðalda rakti fleiri býir á indonesisku oynni Sulawesi í gjár.
Streym- og samskiftislinjur í økinum er avskornar, og tað ger tað trupult bæði at fáa eina greiða meting av skaðunum og at samskipa bjargingararbeiði.
Jarðskjálvtin varð máldur 7,5 á Richter-stiganum, og flóðaldan var 6 metrar høg, skrivar The Guardian.
Av teimum 384 deyðu eru bert 97 av teimum eyðmerkt.
Túsundtals heim eru oyðiløgd, umframt eitt sjúkrahús, gistingarhús og ein handilsbygningur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald