Herovastin í Indonesiska herinum, Hadi Tjahjanto, heldur, at vrakið eftir ferðafólkaflogfarinum, sum datt niður við 189 fólkum umborð uttanfyri Indonesia mánadagin, nú er funnið.
- Vit eru vís í, at vit hava funnið ein part av vrakinum eftir JT610, segði Hadi Tjahjanto við Reuters.
JT610 er er Boeing 727 flogfarið hjá lágprísfelagnum Lion Air, sum datt niður. Herovastin sigur, at kavarar í dag fara niður at kanna økið fyri at vátta, at talan er um niðurdottna flogfarið.
Indonesiskir myndugleikar hava brúkt serlig tól at finna fram til svarta kassan hjá flogfarinum, og í gjár hoyrdist eitt ljóð á 35 metrar dýpi.
Hildið verður, at øll 189 fólkini umborð lótu lív.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald